Erhard Jacobsen Bókasøvnini og Internetið Internetið er so nógv frammi fyri tíðina, at tú kanst ikki annað enn spyrja, um hetta netið nú eisini hevur alt tað at bjóðað, sum tann nógva umrøðan kundi borið boð um. Tá ið vit her fara at tosa um sambandið millum bókasøvnini og Internetið, so kemst tó ikki uttanum, at Internetið hevur broytt ella í hvussu er fer at broyta so at siga alt bókasavnsarbeiði. Og tá skal tað skiljast soleiðis, at Internetið er bara ein - um enn týðandi - partur av eini størri sonevndari KT-kollvelting, sum hevur ført til eitt støðugt størri brúk av teldum á alt fleiri økjum. Eins og flestu aðrir stovnar og arbeiðspláss, so hava bókasøvnini merkt teldukollveltingina. Longu fyri nógvum árum síðani fóru bókasøvnini undir at brúka teldutøkni til partar av teirra arbeiði. Tað týdningarmesta í hesum sambandi er telduskrásetingin av bókum og øðrum tilfari, sum bókasøvnini eiga, og tað er henda skrásetingin sum ger, at nógv bókasøvn í dag eru før fyri at leggja sínar skráir út á Internetið til almenna nýtslu. Umframt at vera ein veldug kunningarkelda, so hevur Internetið gjørt, at bókasøvnini nú eru vorðin liður í einum stórum alheims telduneti, sum øll í prinsippinum hava atgongd til, og hetta merkist sjálvandi eisini aftur í virkseminum hjá bókasøvnunum. Bókasøvnini hava í høvuðsheitum virkað á sama hátt í meir enn túsund ár, hóast endamálið við bókasøvnunum og virkisøkið hjá teimum er broytt nakað, kanska serliga hesi seinastu hundrað árini. Ein tann mest týðandi broytingin er, at vit hava fingið sonevnd fólkabókasøvn, sum venda sær til almenningin við tí endamáli at fremja upplýsing, lærdóm og mentunarvirksemi, sum tað stendur í bókasavnslógini. Tær visiónir, sum fólkabókasøvnini á sinni vórðu reist á, vóru nakað øðrvísi enn tær visiónir, sum í dag eru drívmegin í menningini av Internetinum. Hugsjónirnar, sum førdu til stovnanina av fólkabókasøvnum, bygdu á nýbirtu demokratisku tankarnar, saman við eini stremban eftir vælferð og kanska var eisini eitt sindur av formyndaríi uppií. Tað galt um at gera fjøldina meira mentaða og disiplineraða. Internetið hinvegin byggir meira á ein individualistiskan, anarkistiskan hugburð, har hvør roynir seg sum best og tekst við tað, sum hann ella hon hvør einstakur heldur vera áhugavert. Felags fyri bæði bókasøvnini og Internetið er tó, at tey sum endamál hava, at øll skulu hava rætt til at sleppa framat teirri vitan og teimum mentunarformum, sum nú einaferð eru til í einum samfelag, ja vit kunnu enntá siga tað soleiðis, at vit eiga at sleppa fram at allari vitan og øllum mentunarformum, sum eru til. At veruleikin ofta ikki er so einfaldur sum idealini man tó neyvan koma óvart á nakran. Í Unesco-yvirlýsingini um fólkabókasøvn frá 1994 verður dentur lagdur á, at bókasøvnini eiga at taka ímóti teimum nýggju teknologisku avbjóðingunum, og at tey eiga at virka fyri at økja um kunnleikan um teldur og informatiónstøkni. Men yvirlýsingin minnir eisini á týdningin, sum bókasøvnini hava, tá ið talan er um at styrkja lesivanarnar hjá eitt nú børnum og ungum, at bókasøvnini eiga at stuðla útbúgving og fremja tilvitanina um mentunararvin, at tey eiga at skapa áhuga og vitan um listina, vísindi o.s.fr. Alt við tí í huga, at vera við til at stuðla og skapa umstøður fyri eini fjølbroyttari persónligari menning hjá tí einstaka. Slík krøv, ið verða sett bókasøvnunum, eru ikki nakað, ið eyðkenna Internetið. Á Internetinum er alt meira óskipað, og soleiðis vilja tey, ið duga at lofta sær í einum óskipaðum umhvørvi, eisini, at tað skal vera. Men Internetið er tó ov týdningarmikið til at tað bara skal koma einum minniluta til góðar. Skulu vit lýsa henda minniluta, so er oftast talan um yngri fólk, sum arbeiða við teldum ella sum duga væl at fáast við teldur, sum hava hægri útbúgving og sum duga enskt. Bókasøvnini kunnu vera við til, at gera tað lættari eisini hjá øðrum at sleppa til Internetið við at seta upp Internet-teldur á søvnunum, sum lánararnir kunnu brúka, og bókasøvnini kunnu eisini geva lánarunum vegleiðing í, hvussu Internetið virkar. Internetið kann samanberast við eitt yvirvaksið leksikon og eitt ovurstórt greinasavn. Har kanst tú finna upplýsingar um alt millum himmal og jørð, á netinum kanst tú eisini heinta telduskráir og telduspøl, tónleik, myndir, matuppskriftir, tú kanst lesa ella hoyra tíðindi, keypa bøkur og aðrar vørur, reka PR- og kunningarvirksemi, taka útbúgving sum fjarlesandi, luttaka í tjakfundum, senda teldubrøv o.s.fr. Og tú kanst eisini leita í bókasavnskráum hjá bókasøvnum um allan heim, ja tú kanst enntá lána bøkur og annað lesitilfar gjøgnum Internetið. Internetið kemur sostatt inn á arbeiðsøkið hjá bókasøvnunum, partvís við somu tænastuveitingum, sum bókasøvnini higartil hava verið at kalla eina um at veita. Og hesa avbjóðing má tað einstaka bókasavnið taka upp og taka støðu til. Tað er tó ongin vandi fyri, at bókasøvnini fara at missa teirra leiklut, sum mentunarstovnur, nú Internetið er komið, heldur tvørturímóti. Bara tað, at Internetið sum kunningarsavn er so illa skipað, ger, at bókasøvnini í felag noyðast at taka stig til at flokka og meta um tær kunningarkeldur, sum eru á Internetinum. Og her hava bókasøvnini longu gjørt eitt stórarbeiði. Ein av høvuðsuppgávununum hjá bókasøvnunum er júst at meta um góðskuna av kunningartilfari og syrgja fyri, at tað besta tilfarið er tøkt hjá teimum, sum hava brúk fyri tí. Og henda uppgáva kann nú víðkast til eisini at fevna um Internetið. Men Internetið er ikki bara avbjóðingar, men eisini møguleikar. Á Internetinum kunnu bókasøvnini nú taka niður alt fleiri sonevnd elektronisk skjøl, t.d. greinir úr alskyns tíðarritum, og hetta er m.a. tað, sum liggur í hugtakinum tað digitala ella tað virtuella bókasavnið; hetta at bókasavnið nú ikki bara hevur egnan bókastovn at líta á, men skjótt og lætt kann heinta tilfar alla møguliga staðnis frá. Hetta broytir eisini mátan, sum bókasøvnini fara at keypa inn tilfar, t.d. tíðarrit og bøkur, tí nú er ikki so neyðugt sum fyrr at hava at kalla alt í húsinum, um onkur í eina handavending skuldi havt brúk fyri eini grein ella upplýsingum um eitthvørt, nei, nú kann bókasavnið eisini gera brúk av tí so kenda just in time-hugtakinum. Tað er: vit skaffa tað tilfar sum vanligi lánarin, tann lesandi, vinnulívsmaðurin, blaðmaðurin, granskarin ella onkur annar beint nú hevur brúk fyri, og tað nýtist ikki at verða prentað tilfar, men kann líka so væl vera sonevnd digital skjøl, sum liggja goymd onkustaðnis á Internetinum. Eitt annað, sum er vert at taka fram her, er, at Internetið eisini er ein samskiftismiðil. Og í hesum liggja stórar avbjóðingar og stórir møguleikar. Við Internetinum kunnu bókasøvnini fáa eitt skjótt og einfalt sínámillum samskifti, og hetta kann vera við til at samansjóða eina bókasavnsskipan, tað verið seg stór og smá bókasøvn í eina heild, so at tænastustøðið verður meira javnt um alt landið. Bókasøvn eiga sjálvandi at gera sínar egnu heimasíðir við ymiskum tilfari til kunningar, og tey eiga at stremba eftir at fáa lagt bókaskránna út á netið, sum eina serliga tænastu, so at lánarar kunnu leita í skránni eisini heima við hús. Og soleiðis vit kundu hildið fram og nevnt okkurt aftrat um tað skuldi verið. Eitt eiga vit kortini at gera okkum greitt. Onki kemur av sær sjálvum, og skulu bókasøvnini til fulnar troyta teir møguleikar, sum Internetið hevur at bjóða, so er ikki nóg mikið at hava hugflog, nei, sum kanningar í øðrum londum hava víst, so mugu tey, sum starvast á bókasøvnunum fáa høvi til at læra seg, hvussu Internetið virkar, og hvat tað kann brúkast til, og eisini má skipast so fyri at neyðug tól og útgerð til hesa serligu tænastu eru til taks.